Tá eg nú aftur skuldi leggja myndir út á heimasíðuna, fór eg beinanvegin til hondarbeiði, men helt so ikki, at nakrar av teimum hóskaðu saman við teimum, sum lógu á tí síðuni, og havi eg tí upprættað eina síðu aftrat, sum eg nevni handverk. Tá eg hugsi "hondarbeiði", so hugsi eg um binding, hekling, seymin og líknandi. Í vetur havi eg verið til Glaslist hjá kvøldskúlanum og seinasta summar var eg á skeið í málingalist, og tá eg so vil vísa tykkum, nakað eg fekk burturúr teimum skeiðunum, helt eg ikki tað kundi koma undir hondarbeiði, men allíkavæl er tað gjørt við hondunum, saman við hugskotum "úr høvdinum" - navni/heiti spillir ongan, njóti myndirnar og vóni tær kunnu geva tykkum íblástur at fara í holtur við okkurt 🤩