Nú skriva vit so september mánaða, og summarið er farið um bak. Nú er nakað síðan eg setti nakað nýtt á síðuna, men nú eru so nakrar myndir undir broderiskeið, og í summar var eg ein túr í Istanbul í Turkalandi, og havi eg lagt nakrar myndir á síðuna. Tað var eitt sindur avmarkað hvat eg tók av myndum, Dávur var til arbeiðis hvønn dag og hitin var dekan og nógvur, so vit vórðu bert eina útferð í Evropeiska partinum av Istanbul. Eisini var Enny-Karin og vitjaði, so har eru myndir frá kvøldtúrinum hjá okkum báðum Fyri Vestan.
Ein av flottu moskunum