Í oktober 2007 byrjaði eg útbúgving innan brodering hjá Bettinu Andersen, og eru her myndir av nøkrum úrslitum av uppgávunum hon gav mær á skeiðunum. Útbúgvingin var býtt sundur í 8 modul, og var eg saman við 10 øðrum damum liðug í september 2009, og endaðu vit við einari vælvitjaðari framsýning í Mullers Pakkhús
Bettina er donsk, búsitandi í Keypmannahavn, men gevur frálæru í brodering bæði við hond og maskin í fleiri ymiskum londum, t.d. Týsklandi, Noreg, og Svøríki. og nú eisini í Føroyum. Bettina heldur eisini fyrilestrar og hevur hon givið fleiri bøkur út og er hon við í danska felagsskapinum Quilte-kunstnerne. Um tit ynskja upplýsingar um skeiðini kunnu tit vitja heimasíðu hennara www.bettinaandersen.dk.