|
|
|
|
|
Brownie ostakøka við hindberum
Ostakøku-brownie
við hindber róma
J
Brownie:
200 gr. myrk sjokoláta
200 gr. ósaltað smør
250 gr. flormelis
3 egg
100 gr. hveitimjøl
Ostafyllan:
400 gr. rómaost
150 gr. flormelis
½ tsk. vaniljuekstrakt
2 egg
Omaná:
5 dl. róma
135 gr. flormelis
250 gr. hindber
Brownie
:
Smelta sjokolátuna yvir lágum hita. Smør og
flormelis verður pískað væl saman, síðan eggini eitt og eitt ísenn, síðan mjølið so við og við, til deiggji er
javnt og til seinast verður smeltaða sjokolátan rør í.
Hetta verður latið í ein form uml. 26 x 39 cm
og breitt væl og slætt út.
Ostafyllan
:
Rómaostur, sukur og vaniljuekstrakt verður rørt
saman til tað er javnt og tjúkt. Síðan verða eggini latin í eitt og eitt, og
blandingin verður pískað til hon er løtt og luftig, men ansa eftir ikki at
píska ov nógv, tá blandingin kann skilja seg. Hetta verður smurt omaná brownie
blandingina.
Verður bakað í ovninum í uml. 40 minuttir við
180 hitastigum. Køkan skal verða føst at nerta við og gylt í kantunum, men
miðjan skal verða bleik.
Lat køkuna kølna – gjarna náttina yvir.
Hindberjafylla
:
Rómin verður
pískaður eina løtu, síðan verður flormelis latið í og pískað til tjúkt krem og verða hindberini so latin í til seinast, og verður hetta so smurt
útyvir botnin.
Góð ráð
J
Eg koyri altíð sjokolátuna í ein
frysti/kókiposa – kókið ketilin og stoyti nýkókaða vatnið í eina skál sum tolir
hita, og leggi so posan við sjokolátuni í, niðurí vatnið at smelta. Tá
sjokolátan skal úr, klippið eg bara annað hornið av botninum á posanum og
trýsti sjokolátuna útyvir/í deiggji
J
Til køkuna nýti eg fryst hindber, og gevi
teimum eitt uppkók – latið greytin kølna og rørið eg hann so í
rómablandingina. Um heystið eru ofta
frísk hindber til keyps – tá nýti eg tey til pynt, ella kanska frísk ribs-ber.
Eisini ber
til at smelta meiri sjokolátu í kóki/frysti posa, klippa eitt lítið hol
á posa-hornið og so “kringla” sjokolátuna útyvir køkuna
J
Kokostoppar við lakres :)
150 gr. kokosmjøl2 egg 150 gr. sukur 2 spsk. lakress pulvur
Kokosmjøl, sukur og lakres-pulvur verður blandað saman, síðan verða eggini rørd í, og so skal blandingin standa í uml. 30 minuttir.
Verður síðan forma til umleið 20 toppar á plátu og bakað við 175 hitastig í uml. 15 minuttir. Deiggji er eitt sindur svansut at fáast við 😉, men smakkurin 😀 tá teir eru lidnir
Eg haldi at blandingin er í so vát eftir 30 minuttir, so tá eg bakaði aðru ferð koyrdi eg meira kokos í, so til hesa mongdina hevði eg koyrt 175 gr. kokos.
Mítt lakress-pulvur er frá Konnerup & Co, keypt í DK, men eg vænti at lakress-pulvur fæst í 2 x 3 í Havn.
Kylling med champignon, forårsløg, kalkunbacon, hvidløg og hakkede tomater
400 gr. inderfilet af kylling
400 gr. champignoner halverede
1 pakke kalkunbacon i strimler
4 forårsløg i store stykker
1 fed knust hvidløg
2,5 dl madlavningsfløde 18 %
1 spsk. mel
1 dåse flåede grofhakkede tomater
salt og peber
Fileterne blev brunet på panden i oliet og lagt i et ildfast fad og krydret med salt og peber.
Derefter blev forårsløg og champignon sauteret på panden sammen med det knuste hvidløg og efter nogle minutter blev de hakkede tomater og kalkunbacon tilsat. Derefter blev melet blandet med halvdelen af fløden og blev massen på panden jævnet med det, hvorefter resten af fløden blev tilsat.
Denne blanding blev fordelt over kyllinge fileterne, og fadet blev sat i ovnen i 16 minutter ved 200 gr.
Tilbehør løse ris 🙃 velbekome
Torsk med fennikel, mandler, løg, æbler og spidskål
400 gr. torsk
4 æbler
1 halvt fennikel
1 løg
15 mandler ca.
1 halvt spidskål
Fennikel, æbler og løg skæres i små stykker og sauteres i olie på en pande. Spidskålen skæres i både og sauteres på panden og mandlerne hakkes groft.
Fisken krydres med salt og peber, drysses med mandlerne og bages 18 minutter i en 200 gr. varm ovn.
Anrettes som på billedet og serveres med en dressing af creme fraice 18 % rørt med lidt maionnaise og smagt til med frisk persille og purløg og lidt sitronsaft.
Velbekomme :)
Kylling med kartoffelmos smagt til med Pikant-ost
Kylling med hvidkål og æbler serveret med æblemos smagt til med pikant ost
25 gr. smør
400 gr. kyllingebryst
300 gr. fint hakket hvidkål
3 uskrællede æbler i grove stykker
2 spsk. friske timianblade
2 tsk. groft salt
0,5 dl grofthakket frisk bredbladet persille
Kartoffelmos
1 kg kartofler
150 gr. Pikant ost
1,5 tsk. groft salt
2 dl. af kogevandet gemmes
Vand og kartofler koges i ca. 20 minutter. Ca 2 dl. af kogevandet gemmes, resten hældes fra og kartoflerne damper tørre. Derefter moses de groft og ost og salt vendes i og tilsidst røres kogevandet i, til konsistensen er som man kan lide den.
Imens kartoflerne koger gyldnes smørret i en sautepande. Kødet brunes i ca. 3 minutter, så tilsættes hvidkål, æbler, timian og salt og retten steger videre ved kraftig varme og under omrøring i ca. 3 minutter eller mere.
Portobello-svampar við skinku og ost
1 bakki av Portobello-svampum (stór champignon)líka nógvar skinkuskivur sum svampar 2 - 3 tomatir ella nakrar cherry-tomatir rivnan cheddarost sinnop
Um stelkur er á svampunum, so sker hann til svampurin stendur væl í einum smurdum eldføstum fati
Smyr 1 te-skeið av sinnop omaná svampin, legg so eina skivu av tomat omaná og dryssa síðan við cheddarost ovast
Í ovnin umleið 15 minuttir við 180 hitastig
Smakkar væl til t.d. forrætt 🙂
Myndin kundi verið vakrari 🤭, og tað kvøldi átti eg bara cherry-tomatir og vanligan mildan ost, so hann bleiv lagdur omaná í skivum 😀
Lambasteik - langtiðarstokt
8 gularøtur
8 epli
2 reyðleykir
2 vanligir leykir
2 fed hvítleyk
peber, salt , Herbes de Provence og ein fløska Nordic cider
Uppskriftin segði myrkt øl, men tað átti frúan ikki ;)
Eplir, gularøtur, leykur og hvítleykur bleiv alt flust og so í steikigrýtuna, kryddað bleiv við salt, pipar og Herbes de provence og til seinast stoytti eg eina fløsku av Nordik Cider omaná. So í ovnin 160 hitastig í einar 3 - 4 tímar.
Eg helt tað smakkaði óført 😀, men døturnar hildi tað smakkaði ov søtt 🤭- tað var nokk Cider sum gjørdi tað.
Havi gjørt rættin aftur og kryddað við salt og Ørtagårds krydderurte frá Santa Maria, 8 sherry-tomatum og stoytti eitt sindur av vatni í botnin - tað smakkaði eisini óført 😀
Laksur við mango og fetaost
Sá nú ein dagin eina notu í einum vikublað um laks við mango, og eg prøvaði meg so fram og her er vegleiðandi uppskrift - var bara akkurát ov sein at senda inn til kappingina hjá Bakkafrost
Vegleiðandi mongdir:
2 eskjur av laksi frá Bakkafrost ( 500 gr.) í eitt eldfast fat -
Omaná kvørnaði eg salt og pipar
Skar síðan mangofruktina í bátar og legði útyvir laksin so tað dekkaði hann - nýtti góða hálva frukt - restin bleiv forrættur meðan bíða varð eftir døgverðanum 😉
Kroysti so eina hálva sitrón útyvir fløkini við mango og til seinast smuldraði eg fetaost úr kryddaðum oljulaka útyvir - nakað meira enn eitt hálvt glas
Í ovnin við 180 hitastig vanligum hita í 20 minuttir
Afturvið fullkorns nudlir
Vit vórðu tvær og nakað leyp av, so eg meti mongdina til uml. 3 fólk 😀
Kvark køka
So er tað tann vælsignaða Kvark kakan - hon smakkar væl, men eri eitt sindur troytt av tí somu gomlu, so eg havi gjørt hesa útgávuna:
1 lagkøkubotn ella
75 gr. margarin smelta og blanda við 200 gr. Digestive keks og 2 spsk. sukur
í botnin á einum springformi fóðraður við bakipappír.
Síðan fromasjan:
5,5 bløð husblas 2 dl. súrgað mjólk 250 gr. kvark 75 gr. sukur 2 tsk. vaniljusukur 2,5 dl. pískaðan róma
Eg seti súrgaðu mjólkina og kvark fram á borðið ella í matskápið einar 2-3 tímar áðrenn eg byrji, tí so er tað ikki ísakalt, tá tað skal blandast við smeltaða husblasi - tað er jú skrekkurin við husblas, at tað trevsar ella loypur saman í ein klump 🤨
Kvark og súrgaða mjólkin verða rørd saman við vaniljusukur og sukur, húsblasi sum er bloytt verður smelta við vatninum sum hekk uppií og rómin pískaður stívur (tjúkt krem - ikki næstan sum smør ) eg taki síðan fyrst nakrar skeiðir av kvark/súrgaðmjólk blandingini og blandi tað í husblasi, so nakrar skeiðir aftrat til eg eri sikkur í, at alt ikki loypur saman (skuldi tað hent, so havi eg smelta tað aftur í mikroovinum spakuliga til alt var upployst, tað má endiliga ikki blíva ov heitt, og so rørt tað saman við restini av blandingini). Tá umleið helvtin av kvark/súrgað mjólk blandingini er rørd saman við húsblas, plag eg at stoyta restina í og so røra væl, til seinast vendi eg so kalda róman í so við og við.
So skuldi verið gott - men tit sleppa ikki so - haldi tað skal eisin pynt til, so eg dampi eini 2 - 3 súreplir av teimum gul/grønu (tey kóka ikki sundur til greyt) í súrepladjús, og tá tey eru avkøld, pynti eg køkuna við teimum. Hava tit mót uppá at arbeiða meira við husblas, so kunnu tit smelta
5 bløð av husblas í 3 dl. av súreplajuice og tá tað so byrjar at stívna spakuliga at breiða tað útyvir kakuna
PS Køkurnar á myndini hevur ikki fingið gelé enn, tí tær vórðu á veg í frystiboksina tá eg tók myndina - fromasja ber væl til at frysta, men ikki gele. Tá eg taki kakuna uppaftur úr boksini, taki eg bakipappíri av og seti hana á eitt køkufat og spenni springformin umaftur áðrenn kakan er tiðnað, og um eg havi stundir til tess so koyri eg gelé á tá hon er tiðnað, men um tíð ikki er til tað tá, fer hon á borðið sum hon er 🤩
Høsnarungasalat við mango, granatepli og avocado
500 gr. høsnarungabringa skorin í strimlar1 granatepli 1 mango 2 - 3 avocado 1 bakka av blandaðum grønum salat
Balsamico de Frutti - Balsamico edikur sum hevur fruktsmakk
Mango Curry frá Santa Maria krýddaríum og salt
Høsnarungastykkini verða brúnkað á pannu og krydda við Mango curry og salt, og so avkøld.
Kjarnurnar verða tiknar úr granateplinum (líkist majskornum men eru reyð), mangoin og avocadoirnar skornar í bitar.
Grøna salati verður lagt um botnin á einum fati, síðan høsnarungastykkini, og síðan verður mango, avocado og granateplakjarnurnar stroyddar útyvir og til seinast verður dryppað við balsamico edikinum.
Afturvið breyð - um tit halda tað verður ov turt riggar væl at blanda Knorr dressing mix urter og so dryppa tað á breyðið - ella bara Kærgården
Føstulávintsbollar
500 gr. hveitimjøl200 gr. margarin - smelta 75 gr. ger 50 gr. sukur 1 tsk. salt 2 egg 2 dl. mjólk
Verður elt saman sum vanligt bolladeiggj og sett at hevað til dupulta stødd, uml. hálvan tíma.
Fylla at balla inn í deiggji:
100 gr. rivið marcipan 100 gr. sukur 25 gr. margarin 1 spsk. mjøl
Eg seti hondmiksarin niðurí blandingina, og elti tað so saman við hond til seinast til ein klump.
Krem at koyra omaná í miðjuna á bollunum:
1 pakki av PAF Konditor creme, gjørt av 2,5 dl. mjólk.
Tá deiggji er liðugt hevað verður tað býtt í tvey og hvør mongdin verður rullað út til uml. 30 x 30 cm og býtt í 16 fýrakantar, sum hvør fær ein remoncuklump í miðjuna og deiggji verður so ballað væl rundan um og bollin síðan settur á bakiplátu. Tá plátan er full av bollum verður miðjan á bollanum trýst niður og krem lagt í við einari te-skeið, soleiðis at fyrsta plátan hevar uml. 15 min meðan restin verður gjørd liðug.
Bollarnir verða so bakaðir í uml. 15 minuttir við 200 hitastigum.
Til seinast verður glasurur gjørdur av flormelis, kakao og vatn, og verður hesin smurdur rundan um kremið.
Ovnar eru sum fyrr nevnt ymiskir, so bakitíð og hita mugu tit regulerað hareftir. Uppskriftin er upprunaliga ein gomul Gluten Flour uppskrift, sum eg havi tillagað eitt sindur. Uppruna remoncan hevur bara 25 gr. marcipan og 100 gr. margarin, men okkum dámar so væl marcipan, at eg havi bara býtt um við góðum úrslitið. Guðrun dámar so væl krem, at síðan hon byrjaði at hjálpa til við bollabakingini skipar hon so fyri, at tað fara 3 pakkar av krem til dupulta mongd av bollum.
Vælgagnist 🙂
Steik av hvalatvøsti
1 stykki av tvøsti uml. 500 gr.
Kryddað við salt, blandaðum pipar, "Kød & Grill", paprika, karry og kanska øðrum tit dáma, allan vegin runt.
Undir og omaná tvøsti verður lagt væl av leyki - einir 3 - 4 í tali skornir í skivar
og fyri at halda uppá leykin, so verður tvøststeikin klødd/pakka inn við "bacon" - 2 pakkar á 150 gr.
Steikin verður síðan sett í ovnin í steikigrýtu við loki á, við vanligum hita at byrja við 200 hitastig í ein hálvan tíma, síðan steikir hon víðari við 170 hitastigum í hálvan annan tíma aftrat. Tá steikin soleiðis hevur stokt í 2 tímar er hon moyr og góð.
Afturvið plagi eg at hava vanlig kóka eplir og gera sovs av løgnum sum er rundanum steikina +
2,5 dl. av vanligum róma ella matróma, og javni útá við
2 dl. av mjólk við 4 spsk. av hveitimjøl
Tað er sjálvandi eitt sindur ymiskt hvussu ovnar steikja, men mín núverandi steikir ikki so væl sum tann eg hevði beint frammanundan, so við honum nýtti eg næstan ongantíð 200 hitastig til nakað, tí tá brendist alt, so tit mugu bara royna tykkum fram.
- og so sovsin - tjúgdin á henni verður sjálvandi ávirkað av, hvussu nógvur løgur er í steikigrýtuni, men aftur - tit prøva tykkum bara fram.
🙃
Franskbreyðsterta við rækjum og salat
Sós:
200 gr. maionnaise 4 dl. Fromage frais ella hvíta 1 bl. ananasmos + saft
300 gr. rækjur + karry
1/2 augurk 2 tomatir 2 reyðar piparfruktir 1/2 hálva purru
alt hetta verður skorið smátt
1 loaf breyð ella sandwishbreyð í flísum- fæst onki annað so vanligt formað franskbreyð.
Sker skorpuna av breyðflísunum - legg 6 skivar á eitt fat (í tveimum røðum), og vætað tey við ananas-saft.
Tak helvtina av sósini og kryddað hana við karry, og blandað síðan rækjur og avdryppaða ananasmosið í, og breið hetta útyvir fyrsta lagið av breyð.
Síðan verður eitt lag av breyð lagt út yvir rækjublandingina og somuleiðis vætað við ananas-saft. Í hina helvtina av sósini verður smátt skorna grønmeti blandað í og so breitt útyvir ovara breyð-lagið.
Pynta verður við t.d. piparfrukt, rækjum og purru.
Marcipan botnur við frukt og róma
Marcipankøka við róma og frukt - eisini nevnd nýggjárskøka.
Botnurin við toppum av sama deiggji fæst liðugur frá bakarínum Miðberg á Skálafjørðinum og hjá Jórun í Klaksvík. Um ein býr í Havn nýtist ikki at koyra langt eftir botninum - Føroya Keypssamtøka - bæði í Hoyvik og Miðbýnum - plagar at hava teir á hyllunum har nýbakaða breyðið er.
Omaná botnin og undir botnin av toppunum sum fylgja við, verður smurt 30 gr. av smeltaðari sjokolátu. Fyri at tað ikki skal blíva ov ringt at skera, blandi eg uml. eina barnaskeið av sólblómu- ella vindrúukjarnuolju í sjokolátuna tá hon er smeltað.
At koyra omaná botnin píski eg 2,5 dl. róma og koyri síðan ymiska frukt í -
Um veturin mest 1 bl. av perum og 1 bl. af ferskum, og royni so at pynta við vindrúum og kiwi, ella frískum berum um tað fæst.
Um summarið nýti eg jarðber, hindber, ananas, víndrúur og kiwi.
Fragilité - marengsbotnar við mandlum og smørkrem.
Fragilité - fronsk mandilmarengskøka - ymiskt kann havast ímillum, smørkrem, rómi og frukt, ella ísur - gjørd sum íslagkøka, í hesum førinum er kaffi-smørkrem ímillum.
Botnar:
4 eggjahvítar 200 gr. flormelis 100 gr. hakkaðar mandlur uttan skal
Hakkaðu mandlurnar verða ristaðar í einum 200 hitastig heitum ovni í uml. 5 - 8 minuttir - statt uppiyvir mandlunum, tí tær kunnu skjótt fáa ov nógv og blíva brendar.
Eggjahvítarnir verða pískaðir stívir við 100 gr. av flormelis. Restin av flormelisinum 100 gr. verður blandað við mandlunum og verður hetta vent í stívtpískaða eggjahvíta/flormelis deiggji. Deiggji verður síðan smurt út á bakiplátu sum einum hóvar - antin tveir rundingar ella tveir rektanglar og síðan bakað fyrst 2 minuttir við 200 hitastig og síðan 40 minuttir við 150 hitastigum - minst til at skrúva hitan niður aftaná teir 2 fyrstu minuttirnar - eg lati botnarnar standa í ovninum til hann er kaldur, so teir fáa eftirvarman eisini.
Krem:
200 gr. smør 200 gr. flormelis 4 eggjablommur 1 spsk. kakao 0,5 spsk. kaffipulvur (Nescafe el. líkn.) 2 spsk. av kókandi vatni
Alt tilfarið verður latið í eitt ílat og pískað væl saman.
Síðan verður helvtin av kreminum smurt millum botnarnar og tað sum eftir er smurt ella sproyta við køkusproytu omaná. Til seinast plagi eg at pynta omaná topparnarog rundanum teir við smeltaðari sjokolátu og hakkaðum mandlum.
Køkan á myndini er dupulta mongd av uppskriftini - tá er støddin ein bakipláta tilsamans.
Appelsinskuffukøka við kakao-karamell omaná
Køkudeiggj:
3 egg
150 gr. margarin
3 dl. sukur
2 appelsinir - bæði skal og saft
4 dl. mjøl
2 tsk. bakipulvur
Egg og sukur verður pískað væl og síðan verður appelsin saft og skal rørt í saman við smeltaða og avkølda margarininum. Sálda mjøl og bakipulvur og rør tað í deiggji. Verður bakað í lítlari skuffu uml. 25 x 35 cm við 180 hitastig í uml. 30 minuttir.
Karamellkrem:
100 gr. margarin
2 spsk. kakao
1/2 spsk. mjøl
3/4 dl. sukur
1 1/2 dl. róma
møguliga hakkaðar mandlir ella nøtir.
Smelta margarini í grýtu og rør síðan restina av tilfarinum í. Rør í grýtuni meðan hon kemur uppá kók og lat kremi kókað spakuliga í 7 - 10 minuttir til kremi er tjúkt.
Breið kremi útyvir køldu køkuna og pynta við hakkaðum mandum ella nøtum.
Bingo kúlu marengs
Tilfar:
4 eggjahvítar
200 gr. farin
100 gr. Bingo kúlur . knústar
100 gr. myrk sjokoláta - skorin smátt
Eggjahvítarnir verða pískaðir stívir, síðan verður farin pískað í og píska verður víðari í 2 minuttir. Síðan verða knústu Bingo kúlurnar og sjokolátan vendar í og verður marengsi skeiðað á plátu klædda við bakipappíri.
Hesi verða bakað við lufthita á 130 hitastigum í 30 minuttir, síðan á 110 hitastigum í 30 minuttir, og so verður bakarovnurin sløktur og marengsini verða standandi á plátunum í ovninum til hann er kaldur, tá skuldi tey verið passaliga bakað.
Eg brúki altíð svensk egg, tí eg haldi tá eydnast køkurnar best, og tað ger heldur onki um eggini eru farin útum dato.
Høsnarungi við Barbeque-sovs
Mongd til 4 fólk
4 høsnarungabringur 3/4 fløska av Barbeque-sovs 1 pakki av vanligum róma 1 pakki av frískum pasta 1 pakki av royktum flesk 700 gr. blanda grønmeti
Høsnarungabringurnar verða lagdar í eitt eldfast fat, Barbeque-sovsin verður tynt við rómanum og síðan stoytt útyvir og inn í ovnin við 180 hitastig í 30 minuttir.
Pasta verður kókað eftir pakkanum, fleski verður steikt broyski á pannu og grønmeti kókað í grýtu ella mikroovni.
Um ein vil gerða rættin eitt sindur heilsugóðan so kann rómin býtast um við kaffiróma sum hevur 10 % feittinnihald og roykta fleski býtast um við Back-bacon, ella royktar kalkunskivur. Eisini kann høsnarungakjøti býtast um við kalkunkjøt. Grønmeti eg nýti er ofta frystu pakkarnir, og eg haldi blandingar við broccoli hóska sera væl til. Um ein hevur eina rest av kókaðum høsnarunga, ber eisini væl til at nýta hesa sovsina útyvir og síðan hita rættin ígjøgnum í ovninum.
Brie-ostur við hunangi og valnøtum
Tilfar: 1 Brieostur 100 gr. av Buko frískosti 50 gr. av turkaðum abrikosum 90 gr. av akaciehunangi ella øðrum hunangi 100 gr. av valnøtum 1 tsk av vaniljusukri
Soleiðis gert tú:
Sker abrikosurnar smátt og blanda tær við ostinum. Klúgv Brieostin og legg blandingina ímillum. Hita hunangin til hann er flógvur, rør vaniljusukur og valnøtirnar í. Stoyt blandingina oman yvir Brieostin.
Eisini kann rivið skal av einari appelsin blandast í flógva hunangin.
Íslagkøka við sjokolátarosinum
Botnar:
4 eggjahvítar 125 gr. sukur 2 koppar rice crispies 1 tsk. bakipulvur
Pískast sum vanligt marengs og bakast 1,5 tíma á 125 hitastigum.
Ímillum:
2 pakkar av róma pískaðir stívir og 1 pakki av sjokolátarosinum blandaðar í.
Omaná ovasta botnin:
100 gr. sjokoláta og 50 gr. smør verður smelta. 4 eggjareyðar og 60 gr. flormelis verður píska saman og síðan verður sjokoláta/smør blandingin vend í, og hetta verður síðan breitt útyvir ovasta botnin.
Øll herligheitin verður síðan sett í frystiboksina.
Best er um køkan verður tikin úr boksini uml. hálvan tíma áðrenn hon skal etast.
Mær dámar best at nýta 50 gr. av myrkari og 50 gr. av ljósari sjokolátu í kreminum omaná.
Marengs-kaloriubumbur
3 eggjahvítar 250 gr. flormelis 1 tsk. vaniljusukur 200 gr. dadlur - smátt skornar 100 gr. mandlur - hakkaðar 100 gr. sjokolátu - hakkað smátt
Eggjahvítarnir verða pískaðir stívir, síðan verður flormelis og vaniljusukur stoytt í, og pískað verður víðari til hetta er stívt.
Til seinast verða dadlur, mandlur og sjokoláta vend í.
Deiggji verður sett á plátu við skeið í smáum toppum, sum verða bakaðir í uml. 20 min. við 150 hitastig.
Góðaráð - uppskrift úr Norðoyggjum
250 gr. margarin 250 gr. sukur 500 gr. mjøl 4 egg
Sukur og margarin verður pískað væl saman, síðan verða eggini latin í eitt og eitt, og til seinast verður mjølið vent í.
Um einum dámar, so kann 1 tsk. vaniljusukur ella 1 tsk. kardamummu blandast í deiggji til smakk.
|
|
|
|
|
|