Vælkomin á mína heimasíðu!

Eg sjálv og døturnar, til høgru Guðrun, sum er 25 ár, og til vinstru Rannvá, sum er 31 ár.

Vælkomin

Vælkomin á mína heimsíðu!
Endiliga havi eg tikið meg saman til at gera mær eina heimasíðu. Eg havi leingi gingið og ætlað at gjørt mær eina heimasíðu, men eg eri aldrin komin til tað. Men tá eg  fekk eitt gávukort til hesa síðuna frá Rannvá, so hevði eg ongan umskyldning longur 😉 Nú má Rannvá bara læra meg at fylla síðuna við ymiskum. Eg eri jú ikki tann stóri teldu-experturin, men Rannvá sigur, at tað einki hevur uppá seg, so eg fari at gera eina roynd! Tá nú handarbeiðið er mítt stóra áhugamál og mær dámar væl at fara útferðir bæði her heima og í útlondum, fer hetta nokk at fylla mest á heimasíðuni. Men mær dámar eisini væl at gera mat og at royna nýggjar uppskriftir, so okkurt av tí fari eg nokk eisini at leggja út á síðuna. Og tá eg ordiliga eri komin í gongd, so kemur nokk eisini ymiskt annað út á síðuna. Av tí, at eg havi vinfólk uttanlanda við handarbeiði sum áhugamál, so verður nokk okkurt skrivað á skandinaviskum og enskum á síðuni. Men lat meg koma í gongd fyrst 😉
Vónandi verður síðan áhugaverd hjá tykkum at vitja!

- Majken